Innsavning til Hvíldarheimið Naina
Donate- Created By:
- Katrin Petursdóttir Reinert
- Collecting for:
- Hjertet kalder - støt Hjerteforeningen
Innsavning til Hvíldarheimið Naina
Hvildarheimið fylti herfyri, og tá kom fram fyri meg aftur eitt lyftið, sum eg fyri nøkrum árum síðan gav mær sjálvari.
Tað snúði seg um, at eg vildi gera mítt til, at tey kundu fáa eina lyftu, ið gekk upp á stovuhæddina har.
Omanfyristandandi ynski spratt beinleiðis úr tí uppliving, sum eg hevði einaferð, tá ið eg var á Hvíldarheiminum.
Meðan eg var har, fekk eg ilt fyri hjartað, og sjúkrasystirin ringdi eftir sjúkrabilinum. Tveir portørur komu upp á kamarið við børu, og tey máttu bera børuna við mær niður gjøgnum trappurnar.
Hetta er ikki umstøður at bjóða hvørki sjuklingum ella portørum.
Eg vóni tí, at tað ber til at gera eina lyftu á Hvíldarheiminum, uttanveggja um ikki annað.
Ber tað ikki til, skulu innkomnu pengarnir brúkast til annað bøtandi arbeiði har.
0%
Recent activity
When donations are received, they'll show up here.
